Gamla daman ger seg til at fara

Havnar Sjónleikarfelag hevur sýnt stórfingna leikin "Tann gamla daman kemur til býin" í ein lítlan mánað, ella so, men nú verður farið undir seinastu sýningarnar.

Farið verður nú undir seinastu sýningarnar av leikinum "Tann gamla daman kemur til býin" hjá Havnar Sjónleikarfelag.

Leikurin hevur verið sera væl vitjaður, hóast ótespulig veðurlíkindi og onkra avlýsing vegna sjúku. Leikararnir eru ikki færri enn 28 í tali. Teir hava verið hugagóðir, hóast fleiri hava langan tein at ferðast hvønn dag.

Havnar Sjónleikarfelag hevur sýnt stórfingna leikin "Tann gamla daman kemur til býin" í ein lítlan mánað, ella so, men nú verður farið undir seinastu sýningarnar.

Leikurin gongur fyri seg í býnum Güllen, og hjá teimum, ið ikki hava vitjað í býnum, býðst nú seinasta høvi at vitja gomlu damuna og býin, áðrenn daman og fylgisneytar hennara fara hvør til sítt, eftir eina strævna, men stuttliga, tíð.