Game of Thrones kemur aftur 14. apríl

HBO hevur nú avdúkað, nær síðsta sesongin av eyðkendu sjónvarpsrøðini kemur út

Um góðar tríggjar mánaðir kemur Game of Thrones aftur á skíggjan. HBO hevur nú kunngjørt, at síðsta sesongin av dramatisku spenningsrøðini kemur út 14. apríl.

 

Fjepparar av Game of Thrones kunnu tí gleða seg til at síggja, hvussu lívið í Westeros víðari fer fram, og hvussu tað man fara at gangast Jon Snow og restini at berjast ímóti teimum sokallaðu White Walkers. Nú hetta er seinasta sesongin av Game of Thrones, koma vit allarhelst eisini at finna útav, hvør fer at vinna dystin um eyðkendu trónuna.

 

Síðsta sesongin kemur í seks partum, og hvør partur verður umleið 90 minuttir til longdar.

 

Samstundis sum HBO kunngjørdi frumsýningsdagfestingina, kom eitt videobrot frá nýggju sesongini út. Her ber til at síggja brellbitan.