Teir (og tær), ið hava sitið síðan 2012 og bíðað eftir Diablo 4, kunnu nú fara at gleða seg, tí herfyri kunngjørdi Blizzard, útgevarin handan Diablo spølini, at fjórða spælið í røðini verður veruleiki.
Boðini komu á árliga Blizzcon, ráðstevnuni, har Blizzard vísir á, hvørjum arbeitt verður við á telduverkstovuni. Diablofjeppararnir verða tó noyddir at brynja seg við toli, tí toymið handan Diablo 4 vil ikki seta útgávudag á enn.
Teir vilja vera við, at verkætlanin er ov stór til at seta nágreiniliga dagfesting á frammanundan.
Fyrsta Diablo spælið kom út í 1996, og uppfylgjarin, Diablo II, varð útgivin í 2000. Síðani hendi einki í 12 ár, fyrr enn Diablo III varð útgivið í 2012.
Nógv hevur síðani verið vónað og gitað um fjórða spælið, og vónbrotið var tí øgiligt í fjør, tá Diablo fjepparar væntaðu, at Diablo 4 fór at verða almannakunngjørt.
Ístaðin kunngjørdi Blizzard, at arbeitt varð við at framleiða eitt Diablo spæl til fartelefonir, og tað var ikki júst hetta, ið fjepparar høvdu væntað.
Men nú verður tað so veruleiki, og álvari er uttan iva handan lyftini, tí Blizzard hevur framleitt ein filmsbrellbita á 9 min umframt eina heimasíðu, har tú kanst fáa innlit í spælið.
Eftir filmsbrotinum at døma, verður tað, eins og í Diablo III, ikki Diablo sjálvur, ið verður skurkurin hesaferð.
Sí brellbitan niðanfyri.
<iframe width="853" height="480" src="https://www.youtube.com/embed/0SSYzl9fXOQ" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>