Italska ákæruvaldið krevur, at tíggju týskarar, sum vóru í einari SS-deild í Norðuritalia í 1944, skulu dragast fyri rættin.
Teir tíggju menninir vóru partur av einari SS-deild, sum myrdi fleiri hundrað fólk í einari bygd í Norðuritalia í august í 1944. Týskararnir leitaðu eftir italskum uppreistrarmonnum, og í bygdini SantAnna di Stazzema myrdu teir umleið 500 fólk. Eyngavitni hava greitt frá, at fólk vórðu sett í røðir og síðani skotin, og onnur vórðu stúgvað saman og síðani sprongd í luftina við hondgranatum.
Italska ákæruvaldið sigur, at tíggju menn skipaðu fyri hópmorðinum í SantAnna di Stazzema. Ákærin, Marco De Paolis, vil vera við, at teir tíggju menninir búgva framvegis í Týsklandi, og hann hevur kravt, at teir fáa lívlanga fongsulsrevsing.