FRIÐARFUNDUR
Meðan USA hóttir við at loypa á Irak, skipa Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin fyri stórum fólkafundi fyri friði á Vaglinum leygardagin, har teir á »friðarligan og virðiligan hátt mótmæla ætlanunum um hernaðarligt álop á Irak, sum kann gera ein ræðandi krígsvanda til blóðugan veruleika«.
Fundurin á Vaglinum er eitt afturljóð frá kalda krígnum. Øðrumegin stendur vinstravongurin og friðarrørslan, og hinumegin stendur høgravongurin, har Fólkaflokkurin og Óli Breckmann eru sjónligast.
Tiltakið er íkomið, tí Jóannes Eidesgaard og Høgni Hoydal ein dagin prátaðu saman í tinghúskjallaranum um støðuna í Miðeystri og tey mótmælini, ið hava verið kring allan heim ímóti einum álopi á Irak. Hetta er ein samanrenning millum tveir flokkar, sum hava samstarvað nógv, men hava staðið langt frá hvørjum øðrum síðstu árini.
? Á hesum økinum hava Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin altíð kunnað samstarva, so tað er natúrligt, at vit fyriskipa hetta í felag. Vit hava eisini nógv onnur øki, sum vit hugsjónarliga kundu samstarva um, sigur Jóannes Eidesgaard.
Oman fyri alt
Nú snýr tað seg um eina krígshóttan, ið liggur langt oman fyri vanligt politiskt kegl og stríð í Føroyum, heldur Jóannes Eidesgaard.
? Avleiðingin av einum kríggi er so ótrúlig og ræðandi, at eitt og hvørt hugsandi fólk eigur at hava eina meining um tað. Tað hevur verið ein løgin kensla, at allur heimurin reisir seg, meðan onki hoyrist úr Føroyum. Um onki hoyrist, so senda vit eitt tekin út um eina líkasælu, sum sigur, at vit liva so væl í hesum smørholinum, at trupulleikar hjá øðrum ikki koma okkum við. Men hetta er so mikið viðkomandi, at vit eiga ikki at lata tað fara framvið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann heldur, at løgmaður fer skeivur, tá hann ber seg undan at hava eina meining um málið við tilvísing til løgtingssamtyktina, sum sigur, at Føroyar skulu vera uttanveltaðar í ósemjum millum lond.
? Reyði tráðurin í løgtingssamtyktunum hevur verið eitt friðarynski. Við fólkafundinum fáa vit eisini givið eitt tekin úteftir um, at í øllum førum nøkur í Føroyum ikki taka undir danska politikkinum, sum stuðlar USA treytaleyst, sigur Jóannes Eidesgaard.
Politisturin USA
Óli Breckmann, formaður í tingbólki Fólkafloksins, hevur lítið gott at siga um tiltakið á Vaglinum.
? Tað, sum gongur fyri seg á Vaglinum, er politiskt offside. Eg verji teirra rætt at møsna, men eg eri grundleggjandi ósamdur við tey, sigur Óli Breckmann.
Hann heldur, at USA hevur eina serstøðu í heiminum, sum føroyingar eiga at viðurkenna.
? Eg vil heldur hava eitt aktivt USA, sum altjóða løgregluland, enn eitt USA, sum sjálvvalt avbyrgir seg frá heiminum. Fundamentalistarnir hata líka nógv føroyska kapitalismu og demokrati, sum øll onnur demokrati. Um amerikanar og bretar halda, at tað er grund til at leypa fyribyrgjandi á Irak, so vit fáa ruddað hatta skarnið Saddam Hussain av jørðini, so stuðli eg teimum fult út. Hetta er eisini ein skylda vit hava mótvegis Ísrael, sum er brennidepilin í bardaganum millum islam og kristindómin, sigur Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum.