Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur avlýst í hvussu er tvær uttanlandsferðir, og orsøkin er sambært myndugleikunum ein gamal ítróttarskaði, sum plágar forsetan.
Russiskir fjølmiðlar skriva, at læknarnir hava sett Putin forboð fyri at flúgva, og tí hevur hann avlýst eina ætlaða ferð til India og eina til Turkalands.
Tíðindastovan Interfax skrivar, at forsetin fekk ein vøddaskaða, tá hann var á einari sokallaðari hanglider-ferð eysturi í Vladivostok herfyri. Men tað avsannar talsmaður forsetans, Dmitry Peskov. Hann sigur, at Putin hevði trupulleikar við vøddunum, áðrenn hann fór til Vladivostok.









