Gamal kenningur aftur á Løgting
Høgni Hoydal fer nú í farloyvi
Nú fer Ingolf S. Olsen aftur at taka sæti á Løgtingi. Hann sat á tingi fyri Tjóðveldi í seinasta valskeiði, men varð ikki afturvaldur á løgtingsvalinum í fjør.
Men nú hevur Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og formaður floksins, biðið um farloyvi frá mánadegnum at rokna, tað er 15. mars. Farloyvið er í óásetta tíð men hann hevur biðið um, at næsti maður á listanum tekur sætið á tingi ímeðan hann er burtur.
Fyrsti varalimur fyri Tjóðveldi er Páll á Reynatúgvu, men hann hevur longu tiki sæti á tingi fyri Kristionnu Háfoss, sum hevur tikið við nýggjum starvi, sum stjóri í Norðurlandaráðnum.
Og næsti maður á listanum er Ingolf S. Olsen, so nú tekur hann sostatt aftur sæti á tingi í eina tíð. Hann fekk 248 atkvøður á valinum seinast.