Klaksvíkingar halda fram við at styrkja um liðið og kappingina um plássini á besta liðnum.
Sunnudagin kom nýggi norski miðvallarin, Magnus Stamnestrø, til Klaksvíkar, og í kvøld boðar KÍ frá, at ein annar spælari nú legst aftrat.
Talan er um gamlan kenning í KÍ og í Klaksvík, tí tað er Semi Hadzibulic, sum ein av fyrstu døgunum kemur aftur til Klaksvíkar.
Serbiski miðvallarin spældi við KÍ 2016 – 2018. Ætlanin var, at hann skuldi halda fram í ár, men í vetur gav hann av persónligum ávum avboð.
-Eg eri fegin um aftur at spæla við KÍ. Eg havi verið í sambandi við feløg í Íslandi, men eg valdi KÍ, tí eg kenni Klaksvík sum mítt annað heim, sigur Semir Hadzibulic við heimasíðuna hjá KÍ.
Tað verður roknað við, at Semir Hadzibulic verður tøkur at spæla í Europa League á heimavølli 27. juni.
Sambært faroesoccer.com hevur 32 ára gamli Semir Hadzibulic spælt 70 landskappingardystir, níggju steypadystir, ein stórsteypadyst og seks Europa League dystir fyri KÍ.