Gallup styrkir leiðsluna Gallup styrkir leiðsluna

Gallup Føroyar hevur sett Boga Eliasen sum forstjóra og Óla á Deild Olsen sum nevndarformann og styrkir við hesum um leiðsluna í felagnum

Gallup Føroyar sigur í tíðindaskrivir, at broyt­ingin fer at hava við sær, at Gall­up verð­ur meira sjón­ligt í sam­fel­ag­num.
Ell­ind­ur Eg­ils­trøð, sum eig­­­ur fel­­­ag­­ið og sum hev­­ur ver­­­ið stjóri síð­­ani Gall­­up byrj­­­aði í Før­­oy­um í 2002, held­­­ur tó fram sum stjóri og kem­­ur fram­hald­andi at hava dag­ligu leiðsl­una av fel­ag­num um hendi.
– Stór­ar rem­b­ingar eru um all­­an heim í hes­um tíð­­um og broytingar henda skjótt og fíggjarliga leik­ar hart á mangastaðni.
Gall­up Føroyar hevur fing­ur­in á puls­i­num og ynsk­ir at verða fremst at kunna um, hvørji rák og broyt­ing­ar síggj­ast og so­leið­is veita best møgu­liga vit­an­in­ar­grund­ar­lag til framtíðar avgerðir, sigur Gallup Føroyar m. a. í tíðidaskrivinum.
Vevmátingarlistin hjá Gall­­up sum er stand­­ard list­in hjá før­oyskum online miðlum verður í løtuni útbygdur, so hann gerst enn eitt hentari amboð hjá bæði lýsarum, lýs­ing­ar­stovum og miðlunum.
Fyri at kunna veita fyri­tøk­um, stovnum, komm­unum og øllum sam­fel­ag­num neyðuga vitan á dygd­a­r­góðan hátt, hevur Gall­up Før­oyar gjørt av at styrkja um leiðsluna og gera broyt­ingar í bygnaðinum hjá fel­agn­um frá 1. oktober 2011.
Óli á Deild Olsen verð­ur nevnd­ar­for­mað­ur og kem­ur eis­ini at taka sær av at menna online tæn­ast­ur­nar hjá felagnum.
Bogi Eliasen verður for­stjóri og kem­ur at hava høv­uðs­á­byrgd­ina av Gall­up Puls­i­num og grein­ing av tølum.

Fakta:
Gallup Føroyar Sp/f varð stovnað 25. apríl 2002
Leiðsla: Bogi Eliasen, forstjóri Ellindur Egilstrøð, stjóri
Nevnd: Óli á Deild Olsen, nevndarformaður: Ellindur Egilstrøð, nevndarlimur
Bogi Eliasen, nevndarlimur
Gott 20 fólk arbeiða parttíð hjá ?Gallup í Føroyum við kanningum og øðrum uppgávum.