Gallup
Heri á Rógvi
Gallup er ein víðagitin fyritøka. Gallup er óivað mest kent fyri sínar veljarakanningar, men teir skunda sær at leggja aftur, at hesin parturin bert er eitt prosent av samlaða umsetninginum hjá Gallup.
Gallup hevur brynjað seg út við einari deild í Føroyum. Talan er tó um eina føroyska fyritøku, har Gallup er partaeigar, og teir sleppa at gera sær dælt av háttaløgum og servitanini hjá Gallup í Danmark.
Í Danmark arbeiða 150 fólk fyri Gallup, og tá eru teir nógvu spyrjararnir ikki íroknaðir.
Síðani í februar mánað í ár hevur Gallup verið virkið í Føroyum, og teir eru komnir so langt, at teir hava fingið fleiri kundar, sum fevna bæði um smærri og størri fyritøkur.
?Vit kunnu gera kanningar um stórt sæð alt. Vit eru longu virkin á einari longri røð av økjum, sigur Michael Jensen, administrerandi stjóri fyri Gallup í Danmark.
Hann vísir á, at teir eru virknir í øllum førum veljarakanningum til internet, og tær bjóða bæði kvantitativar og kvalitativar kanningar.
Gallup hevur gjørt samstarsvavtalu við Fregnir um at gera veljararkanningar í Føroyum. Hesar vera einaferð um mánaðin. Regin Reinert, hagtalsserfrøðingur, sum arbeiðir sum chef statistikari fyri Gallup í Danmark, vísir á, at teir høvdu munandi minni skeivleika í teirra veljarakanning undan løgtingsvalinum. Hetta hóast teir spurdur ?einans? 530 fólk, har onnur kanningum spurdi munandi fleiri fólk.
?Føroyski politikarar skulu eisini venja seg við veljarakanningar, sigur Regin Reinert. Hann heldur, at politikarar í Føroyum mugu læra seg at nýta kanningar.
Ætlanum hjá Gallup Føroyar, sum føroyska fyritøkan fer at kallast, er at bjóða øll sløg av kanningum í Føroyum. Higartil eru nakrar sokallaðar omnibus kanningar gjørdar, har spurt verður um mangt og hvat, sum so verður nýtt í alskyns kanningum, ymsar fyritøkur hava bílagt. Tey vænta, at eisini tað almenna fer at gera sær dælt av kanningunum í framtíðini.
?Vit kendu, at tað var ein tørvur fyri hesum í Føroyum. Eingin annar bjóða heldur tað sama, sigur Ellindur Egilsstrøð, sum er stjóri fyri Gallup Føroyar.
Regin Reinert sigur, at teir mugu spara, har teir kunnu, og hetta ger, at teir spyrja um fimmhundrað fólk hvørja ferð, men hetta gevur kortini eitt gott úrslit við teimum arbeiðsháttum og metingum, ið Gallup ger.