Gallup nýtt sum grundgeving

Nógv umrødda Gallup-kanningin, sum Tjóðveldisflokkurin lat gera, vísir greitt, at ríkisfelagskapurin ikki blómar. Hetta vísti Høgni Hoydal millum annað á í røðu síni á Fólkatingi í gjár

Christiansborg: Undir setanarrøðu síni týsdagin lat forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen ongan iva vera um, at stjórnin metir, at ríkisfelagskapurin er í eini góðari legu og í eini blómandi menning í løtuni, sum hann málbar seg.
Undir umrøðuni av setanarrøðuni lat fólkatingslimurin Høgni Hoydal ikki hesa útsøgn fara afturvið borðinum.
- Tey seinastu árini hevur tað verið stórur partur av føroyska fólkinum, sum ynskir fult sjálvræði, so at Føroyar kann samstarva á jøvnum føti við Danmark og taka lut í altjóða samfelagnum, segði Høgni Hoydal.
Ein av høvuðsgrundgevingunum hjá Høgna Hoydal fyri, at ríkisfelagskapurin ikki blómar, var úrslitið av nógv umrøddu Gallup-kanningina, sum Tjóðveldisflokkurin lat gera í samband við, at tað 14. september vóru 60 ár síðan fólkaatkvøðuna í 1946.
Frá røðarapallinum í Fólkatinginum vísti formaður Tjóðveldisfloksins á, at úrslitið av kanningini var, at stórur partur av føroyingum ynskti ein sjálvstøðuga føroyskan uttanríkis-, verju- og útlendingapolitikk. Kanningin vísti eisini, at tey spurdu hildu, at ovasti myndugleiki eigur at liggja hjá føroyska fólkinum og hjá føroyskum myndugleikum.
Høgni Hoydal legði afturat, at sambært kanningini vil bara ein triðingur av føroyingum varðveita ríkisveitingina.