Gallas bleiv púra svakur

Jónas Tór Næs fortelur um tá Fróði Benjaminsen trekti ein tonn úr hjá William Gallas

Fróði Benjaminsen spælir fríggjakvøldið sín landsdyst nummar 83. Tað ájavnt metinum hjá Óla Johannesen. Høgri bakkurin á føroyska landsliðnum, Jónas Tór Næs, hevur stóra virðing fyri liðskiparanum á landsliðnum, sum hann kallar fyri eina fyrimynd.


Hoyr samrøðuna við Jónas Tór Næs við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Fróði er heilt ótrúliga raskur. Hann er týdningarmikil fyri landsliðið og fyri HB. Líka síðani eg kom á landsliðið hevur hann verið ein fyrimynd og ein spælari, sum tú hevur sæð upp til, sigur Jónas Tór Næs um 36 ára gamla Fróða Benjaminsen.

 

Hóast Fróði er liðskipari á landsliðnum, so er tað ikki altíð at hann sigur so nógv., men tá hann langar nevan í borðið lurta menn.

 

Les eisini: Liðið so gott sum sett

 

Hann er stillur sum persónur, men hann kann eisini langa nevan í borðið og siga nøkur álvarsorð við menn. Ella koma við einni harratakling bæði í dysti og til venjing, sigur høgri bakkurin á landsliðnum.

 

Fróði er kendur sum ein harður spælari, ið ikki er bangin fyri at fara í tvídystirnar. Tað hevur millum annað fyrrverandi franski landsliðsmiðverjin, Willam Gallas fingið at kenna á sín egna kropp.

 

- Eg minnist væl, tá Fróði trekti tenninar úr William Gallas. Eg haldi hann gav honum albogan og fert tú at leita í alboganum hjá Fróða, so finnur tú eina tonn onkustaðni har. William Gallas bleiv púra svakur, greiðir Jónas frá í einum skemtiligum tóna.

 

- Eg gjørdi tað ikki við vilja, sigur Fróði Benjaminsen.

 

Jónas Tór Næs, Fróði Benjaminsen og føroyska landsliðið spæla fríggjakvøldið móti Grikkalandi í Athen. Dysturin byrjar klokkan 19.45 føroyska tíð.