Árliga galladøgurðin hjá Team Rynkeby Føroyar bleiv vikuskiftið hildin í Hotel Føroyar. Døgurðin er liður í arbeiðinum at savna pening inn til frama fyri børn við lívshættisligum sjúkum, og eydnaðist tað í ár at savna 259.715 krónur. Tað boðar felagsskapurin frá í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.
- Galladøgurðin var skipaður sum innsavnandi tiltak, til frama fyri børn við lívshættisligum sjúkum. Øll sum hava hjálpt til, latið rávørur og tilfar, framført og annars gjørt tað møguligr at halda galladøgurðan, hava gjørt tað ókeypis. Á henda hátt fer allur peningurin, sum er innkomin, til børnini við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra, skrivar felagsskapurin í tíðindaskrivinum.
Team Rynkeby er eitt súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til Paris at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum. Liðið hevur sín uppruna í Danmark, og síðan 2002 hevur eitt føroyskt toymi av súkklarum luttikið á ferðini til Paris.