Gaitan til United

Tað er ikki farið heilt fram við nøsini hjá Sir Alex Ferguson, at argentinski miðvallarleikarin, 24 ára gamli Nicolas Gaitan, hevur staðið seg rættiliga væl í portugisiska Benfica.

 

Serliga fjórðingsfinalu dystirnir móti enska Chelsea hevur fingið Ferguson at rassasst, og Tipsbladet endurgevur ein portugisiskan miðil fyri at siga, at sáttmáli er gjørdur millum Manchester United og Nicolas Gaitan, sum verður United-leikari frá komandi kappingarári av.

 

Tað dagblaðið, O Jogo, sum veit at siga, at United og Benfica eru samd um ein handil. Blaðið sigur, at Gaitan kostar ensku meistarunum einari 200 milliónir krónur, umframt at Benfica fær leikararnar, Bebe, Federico Macheda og Davide Petrucci við í handlinum.

 

Blaðið leggur aftrat, at handilin ikki verður váttaður fyrr enn eftir kappingarárið er av.

 

Gaitan er ætlaður at verða tann kreativa offensiva megin á miðvøllinum, har Manchester United í hálvrunnum kappingarári noyddist at fáa Paul Scholes í fótbóltsgaggurnar aftur.