(Eftir Nela Heldarskarð)
Sunnukvøldið var árliga MTV Europe Award Show hildið í Belfast. Og tað var Lady Gaga, ið fekk mest uppmerksemi og samstundis vann flestu heiðurslønirnar.
Gaga vann hesar heiðurslønir: Besta songkvinna, besti sangur (Born This Way), besta videolag (eisini Born This Way) og so fekk hon eisini prísin fyri at vera tann, sum hevði bestu fjeppararnar.
Born This Way er uttan iva tann týdningarmesti sangurin, sum eg nakrantíð havi skrivað. Eisini vil eg takka mínar fjepparar. Eg elski tykkum allar. Hetta segði Gaga í takkarrøðu síni.
Tó vóru eisini aðrir bólkar og einstakir sangarar, ið fingu heiðurslønir. Eminem bleiv kosin besti rappari, Katy Perry bleiv vald til at vera tann, sum hevði bestar framførslur og Justin Bieber bleiv valdur til ársins mannliga sangara.