Nýggi trolarin hjá JFK Troli, Gadus, er á veg til Føroya.
Tá skipið kemur á Klaksvík, verður móttøka fyri stásiliga nýbygninginum, sum er bygdur á Tersan Skipasmiðjuni í Turkalandi.
Gadus er bygdur til at møta teimum avbjóðingum, sum fiskivinnan setir í dag og árini frameftir, og skipið er eitt nýbrot, har øll rávøran, sum kemur inn á dekkið, verður tikin til lands.
Endamálið er, at alt tilfeingið skal koma til sættis, og hetta eigur at hava við sær eina munandi virðisøking og betri úrtøku.
Nýggi Gadus er 88,1 metrar langur og 18,3 metrar breiður. Skipið lastar umleið 1200 tons av frystum fiski á plattum, 350 tons av fiskamjøli og umleið 120 tons av lýsi.
Eisini á umhvørvisliga økinum er skipið eitt nýbrot, tí her er tað gjørt, sum gerast kann í dag fyri, at skipið er so umhvørvisvinarligt sum tilber.
Motorar og spøl
Høvuðsmotorurin, sum er á 9.950 HK, er hin nýggjasti og mest orkusparandi hjá Wartsila av hesi støddini.
Skipið er eisini útgjørt við einum katalysatori, soleiðis útlátið av Co2 verður so lítið sum gjørligt.
Hjálpimotorarnir eru av slagnum Yanmar, sum eisini hava katalysatorar fyri at minka um Co2 útlátið.
Við nýggja skipinum eru eisini atlit tikin til larm, tá skipið er í havn. Gadus hevur møguleika fyri landstreymi, soleiðis at alt arbeiði umborð kann gerast við landsstreymi, tá skipið liggur við bryggju.
Nú hava flestu nýggj skip el-spøl, og soleiðis er eisini við nýggja Gadusi. Skipið hevur el-spøl frá Brattvåg/Kongsberg, og hesi eru so eisini við til at gera skipið meira umhvørvisvinarligt.
##med2##
Góðar umstøður
Umborð er nógv gjørt fyri trivnaðin.
Her er fitnessrúm, sauna, hitapottur og kykmyndarúm. Øll manningin hevur einakamar, og talið av kømrum er 32 kømur, umframt eitt sjúkrakamar.
Kostnaðurin av nýggja trolaranum hjá JFK liggur um 450 miljónir krónur.
Tað hevur ongantíð verið nakar ivi um, hvat navnið á nýggja skipinum hjá JFK Troli fór at verða.
Gadus-navnið er nevniliga eitt rættiliga sterkt brand í Onglandi, og tí hevur ongantíð nakar ivi verið um, at nýbygningurin, sum nú er á veg til Klaksvíkar, eisini fór at kallast Gadus.
Ein vanlukka
Hanus Hansen, stjóri í JFK Troli, hevur sagt, at tað verður ein vanlukka fyri føroysku flakatrolararnar, um eingin fiskiveiðisáttmáli verður við Russland næsta ár.
Reiðarin á føroyska flaggskipinum, sum nýbygningurin av Tersan Skipasmiðjuni í Turkalandi er, heldur, at Føroyar eiga at gera sum Noreg.
Nú í oktober verða talgildar samráðingar millum Noreg og Russland um nýggjan fiskiveiðisáttmála fyri 2024.
Í Noregi vísa tey á, at fiskastovnar í Barentshavinum eru felagsstovnar, sum bæði eru í norskum og russiskum sjógvi.
Tískil hevur tað stóran týdning, at stovnarnir verða umsitnir sambært ICES-tilmælum.
- Gadus kann fyribils fiska av kvotu, sum reiðaríið eigur í norska partinum av Barentshavinum, men tveir triðingar av kvotuni hjá Gadusi eru í russiskum sjógvi, sigur reiðarin, Hanus Hansen.












