Gade fyri níggjundu ferð

Peter Gade vann um vikuskiftið sítt níggjunda DM-heitið í harrasingle í badminton. Í finaluni vann Gade móti 22 ára gamla Jan Ø. Jørgensen, sum eisini hótti veteranin við at finna 21-16 í fyrsta settinum. Eftir hetta tók 33 ára gamli Peter Gade yvir, og við tvær ferðir 21-12 tryggjaði hann sær sítt níggjunda DM-heitið. Eitt tal, sum bert Morten Frost hevur rokkið áður.