Gaddafi kanska flýddur

Samstundis sum bardagarnir í Libya hava breitt seg til sjálvan høvuðsstaðin Tripoli, siga vælvitandi keldur í býnum fyri týsku tíðindastovuni DPA, at landsins leiðari, Muammar Gaddafi, er rýmdur úr býnum.

Sambært keldunum eru Gaddafi og hansara næstu tætt við algerska markið, og eftir øllum at døma ætla tey sær at flýggja til Algeria.

Minst fýra ógvusligar spreingingar vóru í Tripoli fyrrapartin, og fleiri NATO-flogfør flugu uppi yvir býnum. Ein talsmaður fyri stjórnina segði, at bardagar høvdu verið millum stjórnarhermenn og uppreistrarmenn, og at stjórnarherurin hevði vunnið bardagan.

-Vit hava fult tamarhald á støðuni, segði talsmaðurin við tað valmenna sjónvarpið.