Gaddafi framvegis í Libya

Teir libysku uppreistrarmenninir funnu ikki Muammar Gaddafi, tá teir tóku háborg hansara í høvuðsstaðnum Tripoli í gjárkvøldið. Men uppreistrarmenninir eru kortini sannførdir um, at obersturin er framvegis í Libya. Tað sigur talsmaður teirra, Abdel Hafiz Ghoga. Hann sigur, at uppreistrarmenninir fara ikki at lata Gaddafi sleppa av landinum.

Verður Muammar Gaddafi tikin, verður hann latin altjóða revsirættardómstólinum í Haag, men fyrst skal hann fyri ein dómara í heimlandinum.

-Vit leggja nógva orku í at finna Gaddafi og at seta hann fyri ein dómara her, áðrenn hann verður sendur til Haag, sigur Abdel Hafez Ghoga.

Gaddafi hevur stýrt Libya við harðari hond í 42 ár.