Tíðindatænastan Mesiapart vil vera við, at fyrrverandi libyski einaræðisharrin Muammar Gaddafi fíggjaði valstríðið hjá Nicolas Sarkozy upp undir forsetavalið í 2007, sum Sarkozy vann. Mediapart skrivar, at Sarkozy fekk 50 milliónir evrur frá Gaddafi til valstríðið. Sambært Mediapart vórðu pengarnir fluttir umvegis bankar í Panama og Sveis.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tað kemur fram, at Gaddafi fíggjaði valstríðið hjá Sarkozy. Í mars í fjør segði ein sonur Gaddafi, at Sarkozy hevði fingið pengar frá pápanum til valið í 2007. Tá vísti franski forsetin tíðindunum aftur, og tað ger hann eisini nú.
Tíðindini kunnu koma Sarkozy illa við, tí sambært meiningakanningunum var hann í ferð við at toga seg inn á sosialistiska forsetavalevnið, Francois Hollande.