Palestinsk flóttafólk í útlegd eiga at læra av tí, sum er hent í Egyptalandi og Tunesia, og tí eiga tey at venda aftur til heimlandið. Tað sigur libyski leiðarin, Muammar Gaddafi.
-Palestinsk flóttafólk eina at fara til gongu til Palestina við sínum familjum, sigur libyski leiðarin. Skuldi tað hent, at Ísrael steðgar teimum, eiga tey at seta sínar tjaldbúðir fram við ísraelska markinum, sigur hann.
Muammar Gaddafi sigur, at áheitan hansara á tey palestinsku flóttafólkini er ikki ein krígsavbjóðing, men ein friðarboðskapur.










