Avvarðandi hjá teimum, sum vóru við skotska skipinum, sum gekk burtur fríggjadagin, halda, at leitingin bleiv steðgað alt ov skjótt.
-Vit halda, at teir tríggir kunnu vera í einum bjargingarbáti, og at teir kunnu vera á lívi, segði Julia Gardner við BBC í gjár.
Maður hennara var við skotska skipinum"Meridan", sum hvarv í Norðsjónum seinasta hóskvøld. Skipið var ikki til fiskarí, men helt vakt við eina rørleiðing fyri eitt kanadiskt felag.
Skip, tyrlur og flogfør fóru at leita, tá ein radiostøð hoyrdi neyðsendaran hjá skipinum, og seinnapartin fríggjadagin fann ein tyrla líkið av einum av teimum fýra monnunum, sum vóru við "Meridan". Hinir tríggir vóru ikki at síggja, og seinnapartin leygardagin bleiv leitingin steðgað.
Men tað var alt ov tíðliga, halda avvarðandi hjá hinum trimum monnunum. Julia Garnder, sum var gift við einum teirra, segði við BBC í gjár, at tað eru fleiri dømi um, at menn hava livað leingi í bjargingarbátum. Tí vildi hon hava myndugleikarnar at taka leitingina uppaftur. Norska bjargingartænastan var við í leitingini, og har halda teir ikki, at tað nyttar nakað at taka leitingina uppaftur, skrivar NTB.
Teir fýra menninir, sum doyðu við "Meridan", vóru millum 49 og 55 ár. Allir vóru skotar.










