Aftur í ár verða skógvaeskjur við gávulutum innsavnaðar í Føroyum og latnar treingjandi børnum úti í heimi. Í kvøld verður kunnandi fundur um tiltakið Christmas Child. Christmas Child hevur til endamáls at vísa Guðs kærleika og skapa gleði og vón í barnahjørtum, sum hava tørv á at uppliva, at onkur hugsar um tey.
- Vit í Førouym kunnu geva jólagávur til børn, sum annars onga gávu fáa. Øll kunnu gera mun hjá einum barni, sum annars ikki fær jólagávu, siga fyrireikararnir av tiltakinum.
Kunnandi fundur um tiltakið Christmas Child verður í dag kl. 19.30 í Kollafjarðar Skúla. Hesin fundur er ætlaður teimum sum skipa fyri at savna inn eskjur og annars eru við í hesum arbeiði. Øll, sum annars hava áhugað fyri Christmas Child, eru vælkomin
Í ár skulu skógvaeskjurnar latast inn í seinasta lagi 31. oktober.










