Gávumentanin kroystir luftina úr politikkinum

Í meldrinum av vallyftum til borgaran verður politikkurin kveistraður til viks, og politikarin gerst jólamaður fram til valið 11. november

“Hvat lovar tú?” Spyrja fólk flest, nú valfepurin er í luftini, og prátið fyri tað mesta snýr seg um politikk. Flestu valevni kenna seg bundin av at koma við einum játtandi svari, tá tey renna seg í ein slíkan spurning.

Vit fara ikki í føðingardag við ongari gávu, og halda heldur ikki jól við ongum jólagávum. Tað liggur líkasum í luftini, at vit vilja hava nakað afturfyri atkvøðuna. Nakað sum kann mátast, vigast ella í minsta lagið síggjast. Nakað ítøkiligt sum kann skapað eina ognarkenslu hjá viðkomandi. Allarflestu politikarar missa ondina við tað sama og byrja teirra politiska lív sum jólamenn.

Kommunuvalið 11. november verður fram um alt annað eitt politiskt val, har kósin skal setast fyri tey næstu 4 árini. Við heimsumfatandi fíggjarkreppu, lítlum og ongum búskaparvøkstri og óstøðugum arbeiðsmarknaði verður neyðugt at koma til kjarnuna í politikkinum, skal veturin ikki gerast longri enn neyðugt.

Politikkur snýr seg um raðfestingar. Um at leggja eitt tænastustøði fyri allar borgarar í kommununi. Alt frá vøggu í grøv. Politikkurin skal slóða fyri, so at framgongd er í øllum lutum.

Tað er í politikkinum at ósemjurnar liggja, og tað er í politiska handalagnum, at skilagóðar semjur verða funnar, og skulu hesar loysnir mynda kommunu og samfelag okkara frameftir.

Politikkurin eigur tí at verða savnandi, so at hann gerst mennandi fyri okkum øll.

Tískil snýr hetta valið seg um, hvørja støðu vit hava til tær tænastur, sum vit halda at kommunan eigur at veita borgarunum, og hvussu vit menna ta kommunalu fyrisitingina.

Hvat kann væntast av vinnuligum, sosialum og mentanarligum átøkum komandi 4 árini, og

hvussu tryggja vit framhaldandi menning í kommununi?

Meginspurningarnir til teirra, ið manna komandi býráð, eru fleiri, og tað er av sera stórum týdningi, at vit, sum bjóða okkum fram, hava greiðar hugsanir um, hvussu vit reka og menna júst okkara kommunu, so at hon framvegis gerst ein livandi og mennandi bústaður fyri okkum øll og børn okkara.

Gott val

 

 

Klæmint Østerø

Valevni á lista B til býráðsvalið í Runavíkar kommunu