Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

TíÐindaskriv

Hósdagin 6. februar klokkan 14. verður triðju ferð gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Endamálið hjá grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving.
Thorvald Poulsen av Steinum var gartnari í Havn. Hann hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list, og hann stovnaði grunnin, sum ber navn hansara.
Nevndin í grunninum er mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, sum formanni, formanninum í LISA og formanninum í lærara-felagnum. Tey eru í løtuni, Malan Marnersdóttir, Oddfríður Marni Rasmussen og Elsa Birgitta P. Petersen.
Gávuðgóðsi var fyrstu ferð latið í 2001, tá fekk listakvinnan Rannvá Kunoy 60.000 krónur úr grunninum. Í fjør fingu 3 listafólk gávu úr grunninum. Trombone spælarin Andrass Olsen fekk 60.000 krónur, filmsleikstjórin Teitur Árnason og rithøvundurin Petur Elias Askham Guttesen fingu hvør sínar 25.000. krónur
Handanin verður á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, V. U. Hammershaimbs gøta 16, kl. 14.