Amanda Berry (myndin sum 16 ára gomul), sum hvarv í vesturpartinum av Cleveland í 2003, varð funnin aftur á lívi mánadagin saman við dóttir síni.
Hon kom í hurðina við einari lítlari gentu og segði: »Ring 911, eg eiti Amanda Berry«. Tá hon segði tað, varnaðist eg ikki, hvør tað var, sigur ein granni, sum ringdi og gav Berry telefonina.
Tað skrivar newsnet5.com.
Tá politiið kom á staðið spurdu teir, um hann visti, hvør tað var, hann hevði bjargað.
Amanda Berry hevði eina gentu við sær, um 4-5 ára gomul, umframt at onnur børn vóru í húsinum. Hann segði seg minnast ta nú 27 ára gomlu Berry aftur frá uppsløgum.
Ein kelda, ið stendur NewsChannel5 nær sigur, at talan var um dóttir Berry.
Amanda Berry hvarv fyri 10 árum síðani uttan fyri Burger King á West 110th Street og Loraine Avenue.
Berry var á veg til hús 21. apríl frá fast-food matstovuni. Hon var á veg heim at hátíðarhalda sín 17 ára føðingardag, sum var dagin eftir. Trý ár seinni doyði mamma hennara av einum hjartaslagi.
Politiið og familjan helt, at eitt gjøgnumbrot kom í málinum í juli 2012, tá ein fangi í Southern Correctional Facility í Lucasville, ið sat inni fyri morð, avdúkaði, at líkið av Berry kundi verða grivið niður á West 30th Street og Wade Avenue. Men eftir at hava grivið og leitað í fleiri dagar, vísti upplýsingarnir seg virðisleysir.
Eldra systir Amandu, Beth Serrano, hevur altíð sagt, at familjan ongantíð hevur givið upp vónina um at finna Amandu aftur á lívi. Tey hava bundið litað bond um trø í økinum og hava prentað myndir av Amandu at hongt upp.
Serrano sigur at hon hevur altíð leitað eftir systir síni.
- Fyri meg kann eg siga, at eg hvønn dag havi hugt eftir Amandu. Tá eg sá eina gentu á vegnum... tað er instinkt, tú leitar bara. Kann hattar vera hon? Fari eg nakrantíð at síggja hana aftur? spurdi Beth Serrano.