Góvu Danmark skarpan gang

Føroyska U 19-landsliðið hjá gentum kom gott frá byrjani í NEVZA-kappingin, sum byrjaði í Ikast týsdagin

Flogbóltur

Fyrsti dysturin hjá okkara gentum var ímóti Danmark, og longu frá fyrsta bóltinum royndu okkkara at leggja trýst á mótstøðuna. Ein taktikkur, sum eisini eydnaðist sera væl.
Okkara vóru nevnliga á odda alt settið, og tað eydnaðist eisini at toga settið heim. Byrjunaruppstillingin hjá Føroyum var henda: Hevari: Rakul D. Jacobsen, kantar Anja Danielsen, og Sofía Purkhús, diagonalur Birgit Guttesen og miðjur vóru Sóley Poulsen og Karina P. Debess.
Í øðrum setti byrjaði føroyska liðið við somu uppstilling, sum í fyrsta settinum, men eftir frálíka 1. settið, so fekk liðið trupulleikar við móttøkunum og kom afturút 7-3. Tað eydnaðist tó at koma upp á 12-12, eftir at Elisabeth Purkhús var komin inn at serva, eins og hon gjørdi í fyrsta settinum – hon servaði 4 stig heim. Liðini fylgdust so eina tíð, og Føroya vóru á odda eitt skifti 20-18, tá innskifti stórservarin hjá dønum Line Banke fór at serva. Hon servaði heilt fram til støðuna 23-20, og hevði føroyska liðið stórar trupulleikar í móttøkunum hetta tíðarskeiðið.
Á føroyska liðnum vóru tær tó ónøgdar um, at dómarin dømdi bólt til danir, tá støðan var 20-18. Fall tann dómurin, sum okkara vildu, hevði tað tá staðið 21-18 ístaðin.
Trija settið byrjaði eisini javnt, og føroyska liðið byrjaði eins og í undanfarnum settunum. Men mentalt byrjaði at síggjast veikleikar hjá Føroyum, við tað at liðið ikki megnaði at standa ímóti stóra servitrystinum frá dønum. Tær servaðu nú styttri servur, og hetta vísti seg at geva føroyska liðnum trupulleikar. Eitt skifti var Danmark á odda 12-6, men okkara vunnu seg tó upp á 15-17, men so fór luftin av álvara, og donsku kvinnurnar vunnu settið trygt.
Í fjórða settinum, sum skuldi vísa seg at gerast tað seinasta, haltaðu okkara støðugt eitt sindur afturfyri. Tað eydnaðist tó at koma upp á 20-21, eftir at Anja Danielsen servaði fimm servur á rað, men so fall korthúsið, og vit taptu settið 25-23.
Næsti dystur hjá Føroyum er ímóti Svøríki, og verður hesin spældur klokkan 14 í dag.