Kavin liggur tjúkkur um landið og tað darvar sum vera man ferðsluni nakað. Løgreglan sigur, at tíbetur eru fá ferðsluóhapp fráboðað.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ein lista við góðum ráðum til tín, ið ferðast í ferðsluni.
Góð ferðsluráð til tín, nú kavin liggur tjúkkur um alt landið.
Áðrenn tú fert heimanífrá
• Kanna veðurlíkindini – lurta eftir útvarpinum, les á netinum, ella brúka veður-appina hjá Landsverk
• Tryggja tær at bilurin er væl skøddur.
• Skava kavan av øllum rútum, so tú tryggjar tær gott útsýni í bilinum.
• Minst til eisini at skava kavan av lyktum og nummarplátum!
Á vegnum
• Laga ferðina eftir koyriumstøðunum.
• Koyr ikki skjótari, enn veðrið loyvir.
• Halt frástøðu til bilin frammanfyri.
• Hav í huga, at bremsulongdin er øðrvísi í kava og hálku, enn tá vegurin er ’svartur’.
• Lat teg ikki trýsta av bilum aftanfyri, sum vilja koyra skjótari enn tú metir vera ráðiligt.
• Um møguligt, koyr heldur til síðis og lat bilarnar fara framvið.