ÞG Verk: Vindeyguni á Landssjúrkahúsinum eru tøtt

- Nýggju vindeyguni á Landssjúkrahúsinum uppfylla hægstu krøv. Av misgávum var eitt hol ikki tett, og hetta førdi til legka, sigur ÞG Verk í tíðindaskrivi.

Tað er eftir umrøðuna av umvælingini á Landssjúkrahúsinum, at íslendska byggifyriteøkan ÞG Verk nú kemur við sínum viðmerkingum

Í tíðindaskrivi sigur felagið, at nýggju vindeyguni á Landssjúkrahúsinum eru framleidd av donsku fyritøkuni HS Hansen eftir hægstu krøvum, ið eru fyri aluminiums vindeyga-framleiðslu.

- Vindeyguni uppfylla sostatt hægstu krøv fyri framleiðslu og tættleika - bæði fyri vind og vatn leka. Av misgávum var eitt hol fyri ravmagnsleiðara ígjøgnum vindeygarammurnar ikki tett, og undir serligum veðurlíkindum gav hetta ein minni luftleka. So skjótt trupuleikin var funnin, varð holið tett, og vindeyguni kundu aftur uppfylla áður nevndu krøv fyri tættleika, sigur byggifelagið.

Sagt verður eisini, at undir uppseting av vindeygunum bendust besløg í sjey av 150 vindeygum, og av hesum stóðst leki.

- Eingir aðrir lekar hava verið ella eru eftir, at hesi besløg eru útskift. Tað kemur ofta fyri í slíkum verkætlanum, at okkurt óvæntað stingur seg upp, og tískil var hetta ikki nakað serdømi, sigur felagið.

Felagið sigur at enda, at umvælingin við klimaskerminum á Landssjúkrahúsinum hevur gingið sera væl, og ÞG verk vil takka byggiharra og starvsfólki á Landssjúkrahúsinum fyri nøgdsemi og sera gott samstarv.