Seinastu dagarnar hava nøkur føroysk svartkjaftaskip fingið nógvan svartkjaft einar 130-140 fjórðingar suður úr Føroyum Fagraberg kom á Fuglafjørð síðstu nátt við umleið 3.100 tonsum, og væntandi kemur Carlton við 1500 tonsum í morgin.
Á Havsbrún siga tey, at bæði skipini hava fingið uppí í føroyskum sjógvi eftir fáum døgum.
Umframt Fagraberg, Carlton og Norðborg, eru eisini russar og onkur íslendskur bátur í føroyskum sjógvi.
Í dag landar íslendski verksmiðjubáturin Aðalstein Jónsson eisini í Fuglafirði. Havsbrún keypir umleið 400 tons av veiðini til ídnað, og nakað av frystum verður lagt upp til Bergfrost.
Á Havsbrún siga tey, at lastin, sum Carlton væntandi kemur við í morgin, er hin sjeynda, sum verður løgd upp í Fuglafiðri higartil í ár.
Føroyski svartkjaftaflotin er tvíbýttur í løtuni.
Meðan nøkur skip hava havt góðan fiskiskap í føroyskum sjógvi, eru onnur skip stødd á leiðunum vestanfyri Írland, har svartkjafturin plagar at taka seg upp í endanum av hesum mánaðinum.
Fýra føroysk skip eru á leiðunum vestanfyri Írland; tey eru Christian í Grótinum, Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði og Jupiter.