Tað er eisini týdningarmikið at vinna dystirnar, har ein spælir minni væl. Tað staðfestir liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen aftaná tepra 1-0 sigurin hjá KÍ á Skála á útivølli í kvøld.
Jonas Flindt Rasmussen er botnerligur um, at tað hekk ikki væl hjá KÍ leikliga í dystinum á Skála í kvøld, men somikið betur at kunna hála ein sigur heim.
KÍ hevur ikki tapt í níggju dystum nú, og liðskiparin slær fast, at teir ætla at verða ósigraðir aftaná 10 dystir, tá teir hava spælt ímóti HB norðuri í Klaksvík annan hvítusunnudag.