Góður prísur á turkaðum sjóreyvum

Í Íslandi fiska tey trælsirass - ella sjóreyv - og nú hava norðmenn eisini søkt um loyvi til royndarveiði.

 

Vit í Føroyum rópa tað trælsrass, trølsrassi ella sjóreyv, tá tað snýr seg um latínska orðið Holothurioidea. Tað sigur í øllum førum sprotin.fo. Sum skilst, eru sløgini rættiliga mong, kanska 500 í tali. Á donskum síggja vit navnið "søpølse" og í Noregi "brunpølse".

Í Íslandi fiska tey sjóreyv ella trælsrass, sum eru kend nøvn í føroyskum máli, soleiðis sum sprotin.fo eisini vísir á.

Kystmagasinet.no skrivar, at nú vilja norðmenn eisini í gongd við at fiska sjóreyv, og her hevur felagið Norwisseafood AS í Sandefjord søkt myndugleikarnar um loyvi til royndarveiði eftir slagnum, sum á latínskum kallast Cucumaria frondosa.

Felagið í Noregi hevur gjørt avtalu við íslendska felagið Arctic Star um loyvi at brúka eitt serstakt trol, sum fer sera væl við havbotninum. Í staðin fyri at brúka lemmar, eru tvey hjól við í útgerðini, og hesi hjól eru 60 sentimetrar í tvørmát.

Sambært kystmagasinet.no eru royndirnar hjá íslendingum, at trolið hevur lítla og onga hjáveiði. Millum hjólini er ein posi, sum samlar sjóreyvarnar upp av botni og inn í posan.

Sagt verður, at turkað íslendsk sjóreyv verður seld í handlum í ymiskum londum  fyri millum 3000 og 4000 norskar krónur fyri kilo. Í 2018 fiskaðu ellivu íslendsk skip umleið 6000 tons av sjóreyvum, sum vórðu turkaðar til útflutnings.

##med2##