Miðalprísurin á Fiskamarknaði Føroya í dag var 18,36 krónur fyri kilo, sum er munandi meiri enn ein vanligan søludag. Góð 100 tons vórðu seld á Fiskamarknaði Føroya í dag. Samlaða sølan gav stívliga 1,8 miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 18,36.
Dagurin á marknaðinum í dag var ein av teimum fáu, har toskur ikki taldi mest í nøgd.
Størstu nøgdirnar vóru nevniliga av havtasku, og tá havtaska telir so nógv í nøgd, sum hon gjørdi í dag, rýkur miðalprísurin upp.
Av góðum 100 tonsum tilsamans, vóru 35 tons av havtasku, og miðalprísurin lá rundan um 30 krónur fyri kilo.
Góð 19 tons vóru av toski, og enn einaferð var mest av toski 4, góð 7,7 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 4 var 12,82, og miðalprísurin fyri góð 6,3 tons av toski 3 var 16 krónur fyri kilo.
Eini 20 tons vóru eisini av hýsu, og her fekk hýsa 2 miðalprísin 10,86.
Nøkur tons vóru av brosmu og longu. Besti miðalprísurin fyri brosmu var 7,70, og besti miðalprísurin fyri longu var 12 krónur.
Sløk 3 tons vóru av skøtu, sum fóru fyri miðalprísin 8,12 krónur fyri kilo.










