Góður Manchester dagur

Við tveimum málum gjørdist Dimitar Berbatov jólahetjan hjá Manchester United viðhaldsfólkunum kring allan heimin. Manchester United hevði á Old Trafford vitjan av Sunderland, sum í fjør var um reppi at vinna hesu uppgerðina. Í ár var ongin ivi og Manchester United er á fyrsta sinni í tíðini hjá Sir Alex Ferguson ósigrað fram til ?Boxing Day.?

 

Manchester City var á vitjan hjá Newcastle og fór heimaftur við fullum jólaposa. Carlso Tevez skoraði tvey og Gareth Barry eitt mál í 3-1 sigrinum. Málið hjá Newcastle skoraði Andy Carroll.

 

Tottenham vann 2-1 á Villa Park. Rafael Van der Vaart legði Tottenham á odda eftir 23 minuttir, men bara fáar minuttir seinni fekk Jermain Defoe ostaskorpuna frá dómarinum. Lítið hjálpti hjá Aston Villa, sum einki formáddi sær og tað endaði við at Van der Vaart økti stutt fyri tíð. Tað eydnaðist Marc Albrighton at minka um munin, men Tottenham vardi borg tað, ið eftir var.

 

Manchester United og Manchester City liggja nú fremst í Premier League, meðan Tottenham enn liggur á einum fimta plássi.

 

Premier League:

 

Fulham ? West Ham 1-3

Blackburn ? Stoke City 0-2

Blackpool ? Liverpool (Útsett)

Bolton ? WBA 2-0

Everton ? Birmingham (Útsett)

Manchester United ? Sunderland 2-0

Newcastle ? Manchester City 1-3

Wolves ? Wigan 1-2

Aston Villa ? Tottenham 1-2