Góður máti at sleppa av við Gerhard

Sandoyartingmaðurin fer undir ongum umstøðum at góðtaka eina ætlan hjá Bjørt Samuelsen um at útseta Sandoyartunnilin til 2012


- Vil samgongan sleppa av við meg, er tað bara at útseta Sandoyartunnilin. Gerhard Lognberg, løgtingsmaður úr Sandoy, staðfestir enn einaferð, at hann fer undir ongum umstøðum at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur.

Sostatt fer hann heldur ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka eina avgerð í samgonguni um at útseta tunnilin til í 2012.

Landsstýriskvinnan í vinnumálum hevur gjørt eitt tilmælið til samgonguna um, hvussu undirsjóvartunnilin í Eysturoy og Sandoy, skulu raðfestast.

Sum sæst í aðrari grein í blaðnum, hava vit fingið upplýst, at hon fer at mæla samgonguni til, at báðir tunlarnir verða lagdir undir tað almenna og at farið verður undir Eysturoyartunnilin næsta ár og at Sandoyartunnilin skal bíða til í 2012.

- Hetta er besti mátin hjá samgonguni at sleppa av við Gerhard Lognberg, sigur Sandoyartingmaðurin.

Hann ger enn einaferð púra greitt, at hann fer ikki undir nøkrum umstøðum at góðtaka, at Sandoyartunnilin verður útsettur.

Vit spurdu hann eisini um tað ikki er ein trupulleiki fyri samgonguna, at hann tekur eina so greiða støðu til tunlarnar frammanundan og at hann ikki vil atkvøða fyri øðrum málum, fyrrenn avgerð er tikin um tunnilin.

- Tað er avgjørt ein trupulleiki fyri samgonguna, men tað er ein størri trupulleiki fyri meg, at eg onki fái at vita. Tí er bara eitt at gera og tað er at fáa eina avgerð sum skjótast, so vit vita um tað verður egg ella ungi og um eg verið innanfyri ella uttanfyri, sigur Gerhard Lognberg.


Tigandi politikarar

Aðrir tinglimir, eru ikki so avgjørdir.

Hin Sandoyartingmaðurin, Páll á Reynatúgvu, hevur hoyrt okkurt graml um tilmælið hjá Bjørt Samuelsen, men hann hevur heilt avgjørt onga viðmerking, fyrrenn samgongan hevur viðgjørt málið.

Bill Justinussen í Miðflokkinum hevur heldur onga viðmerking.

Miðflokkurin hevur annars gjørt greitt, at hann vil hava, at privata partafelagið varðveitir Eysturoyartunnilin og at tað almenna ger Sandoyartunnilin.

- Tað er ikki okkara upplegg, men vit hava ikki læst okkum fast og eru til at tosa við um eina loysn. Tað týdningarmesta fyri okkum, er at tunlarnir verða gjørdir, so hevur tað minni týdning, hvør ger teir, sigur Bill Justinussen.

Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum hevur heldur onga viðmerking.

Men hon fer at hava fleiri uppskot við sær at leggja fyri samgonguna og sjálvt um hon sjálv hevur eitt ávíst tilmæli, vil hon ikki siga, hvat tað er.

- Men tit skulu vera varin við at lurta eftir leysasøgum, leggur hon afturat.

Les eisini greinina um, at Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst og Sandoyartunnilin skal bíða.