Góður mánaður í Vestmanna

SKATTUR: Juli gjørdist fyrsti mánaðin í ár, har skattainntøkan var hægri enn sama mánað í fjør.

Í juli í fjør komu góðar 2,8 mió krónur inn í skatti, men í ár góðar 3 mió.

- Vøksturin er uppá 4,19%, sigur Vestmanna kommuna.

Sum vera man, er kommunan sera væl nøgd við hetta, tí juli í ár var i miðal 1,43% lakari enn í fjør.

Víst verður á, at flestu grannakommunurnar hjá vestmenningum høvdu afturgongdí skatti - Kvívíkar Kommuna -5,84%, Sunda Kommuna -1,37% og Tórshavnar Kommuna -2,88%.

- Orsøkin til vøksturin kann vera, at nakrir arbeiðsdagar hava verið hjá Vestmanna Seafood í juli, men tað er neyvan øll orsøkin, vísir kommunan á.