Á filmsfestivalinum í Cannes vann danski filmsleikarin Mads Mikkelsen í kvøld heiðurslønina sum tann besti mannligi høvuðsleikarin fyri sín leiklut í filminum "Jagten", sum danski leikstjórin Thomas Vinterberg hevur leikstjórnað. Í filminum spælir Mads Mikkelsen ein námsfrøðingur, sum av misgáum verður lagdur undir at hava gjørt seg inn á eina gentu, sum er dóttir hansara besta vinmann.
Tann 46 ára gamli Mads Mikkelsen hevur spælt í nógvum filmum, sum hava gjørt hann kendan langt uttan fyri Danmark, og eygleiðarar í Cannes siga, at heiðurin, sum hann vann í kvøld, fer at geva honum atgongd til enn fleiri leiklutir - ikki bara í Danmark, men eisini hinumegin Atlantshavið.
Donsk filmslist hevur vunnið eitt annað heiðurstekin í dag. Á einari ráðstevnu í London varð røðin "Borgen" hjá Danmarks Radio kosin ársins besta dokumentarrøð.










