Góð uppskrift til kransakøku

Nógvar kransakøkur verða keyptar í hesum døgum, men tað ber eisini væl til at baka kransakøkuna sjálvur. Tað er ikki serliga torført, men tað er umráðandi, at góðar rávørur verða brúktar, sigur Kirstin Hammer, sum eigur og rekur Gómagott. Kirstin Hammer vísir til uppskriftina hjá kenda danska kondittaranum Mette Blomsterberg.

 

- Hetta er ein grunduppskrift, sum er góð, sigur Kirstin Hammer. Men hon minnir á, at tað er sera umráðandi at brúka gott marsipan við í minsta lagi 60 prosentum av mandlum. Eisini er neyðugt at vera varin, tá eggjahvítin verður latin í. Verður ov nógvur eggjahvíti latin í deiggið, so flýtur køkan út, sigur Kirstin Hammer.

 

Kransakøka:                          

1 kilo rátt marsipan

300 gramm flormelis

80 gramm hitaviðgjørdir eggjahvítar

 

Glasing:

75 gramm siktað flormelis

30 gramm hitaviðgjørdir eggjahvítar

 

Mannagongd:

Marsipan og flormelis verður elt í rørimaskinu ella við hond. Lat eggjahvíta í – eitt sindur í senn – til deiggið er einsháttað og javnt. Kransakøkudeiggið skal leggjast í køliskáp í afturlatnum plastposa í minsta lagi í 2 tímar. Deiggið kann eisini standa kalt til dagin eftir.

 

Tað kalda kransakøkudeiggið verður býtt sundur í stykkir á 300 gramm. Hvørt stykkið verður rullað út til stengur á 80 sentimetrar. Stengurnar verða skornar sundur í smærri stykkir á 8, 10, 12, 14 sentimetrar og so framvegis, til alt deiggið er uppi. Minst til at gera ein kúlu at seta á toppin.

 

Hvørt stykkið verður lagt saman til ringar, sum verða settir á eina bakiplátu við bakipappíri. Enda við at trýsta ringarnar javnar við bakipappíri við einari bakiplátu omaná. Trýst varisliga og tak bakiplátu og bakipappír burtur. Ringarnir verða bakaðir við 200 stigum í umleið 14 til 18 minuttir. Kirstin Hammer frá Gómagott mælir til, at hugt verður inn í ovnin at kalla alla tíðina, tí ringarnir kunnu skjótt fáa ov nógv. Eini onnur góð ráð frá Kirstin Hammer eru at seta ringarnar á eina dupulta bakiplátu, so sleppast kann undan, at ringarnir brenna í botninum.

 

Glasing:

Flormelis og eggjahvítar verða pískað við hondmiksara, til tað er hvítt og luftkent. Glasingin er liðug, tá hon ikki flýtur saman, tá steðgað verður at píska. Glasingin verður koyrd í eitt kramarhús av bakipappíri.

 

Legg tann størsta kransakøkuringin niðast á fatið. Sproyta tær sermerktu glasingtungurnar á tann fyrsta ringin. Legg síðani tann næststørsta ringin omaná og endurtak mannagongdina, til tann minsti ringurin er lagdur omaná. At enda verður kúlutoppurin lagdur ovast.

 

Kransakøkan skal standa í stovuhita í einar tveir tímar, áðrenn plast verður koyrt rundanum, um køkan skal halda sær væl teir komandi dagarnar. Køkan kann pyntast við fløggum og ymiskum nýggjársprýði.