Ikki er tað tann bjartasta fíggjarliga framtíðin, sum ger, at man roynir seg sum valevni. Nei, hana hava vit so sanniliga sæð betri.
Eg bjóði meg fram, tí eg meti meg verða føran fyri at gera ein mun. Gera ein stóran mun, og soleiðis ávirka framtíðina hjá okkum tann rætta vegin.
Eg ætli mær ikki at bjóða nøkrum borgara nakað órealistist valagn, tí sum øllum kunnugt, so er KRUBBAN TÓM !!!
Nei, eg ætli mær fyrst og fremst at FYLLA Í HANA AFTUR.
Inntøkurnar hjá Tvøroyrar kommunu eru í løtuni í fríum falli.
Framtíðin sær ikki ljós út, sum nú er.
Tað skal gerast nakað nú!
Tað skal gerast av fólki við visiónum!
Tað skal gerast av fólki við vilja!
Tað skal gerast av fólki, sum torir og veit, hvat skal gerast!
Eg vil virka fyri, at inntøkurnar hjá kommununi fyri fyrstu ferð í manna minni fara at økjast. Ikki bara økjast, men fara veruliga at síggjast aftur.
Og tá tosi eg ikki um at økja um skattaprosentið.
Tá ið inntøkurnar eru øktar, er gaman í at tosa um íløgur og ábøtur – men ikki fyrr.
Eg vil virka fyri, at vinnan á plássinum aftur fer at blóma.
Eg vil virka fyri, at tey ungu aftur fara at seta búgv í oynni.
Eg vil ikki bara virka - nei, eg gevist ikki, fyrr enn míni mál eru nádd.
Hettar, og nógv meira, tó bert um eg fái tykkara atkvøður.
X við Kára Sørensen tann 11. nov. ‘08