Ófulfíggjað røða
Men tíverri er frágreiðing løgmans ófullfíggjað á einum øki, sum er av avgerandi týdningin fyri øll samfeløg í Vesturheiminum í okkara tíð. Talan er sjálvsagt um javnstøðu millum kyn. Ikki eitt einasta orð varð sagt um týdningin av øktari javnstøðu í føroyska samfelagnum. Hetta undrar ikki sørt, og bendir á, at løgmaður og hansara mongu ráðgevar og røðuskrivarar neyvan hava hugt at hagtølunum, ið eru viðheft í løgmansfrágreiðingini. Tí hesi hagtøl geva okkum fleiri ábendingar um, at eitt økt arbeiði til frama fyri javnstøðu hevur stóran týdning fyri, hvussu samfelagið kann skipast og mennast.
Ófrættakend hagtøl?Í viðheftu hagtølunum síggja vit, at fólkatalið í Føroyum er í minking. Hetta er álvarsamt, tí at uttan fólkavøkstur er trupult at byggja land. Og av hesi sannroynd áttu ávaringarklokkur løgmans at?ringt, serliga tá ið vit hugsa um, at burðartíttleikin hjá føroyskum konufólki er høgur, sammett við onnur lond í Vesturheiminum.
Eisini vísa hagtølini, at í aldursbólkinum 15 til 74 ár búgva heilar 2280 færri gentur og kvinnur í Føroyum enn dreingir og menn. Hetta óhugnaliga talið átti løgmaður at tikið sum eina ábending um, at okkurt má og skal gerast, so at samfelagið gerst meira lokkandi fyri bæði kynini.
Stórar og fjølbroyttar avbjóðingar?Hagtølini vísa okkum eisini, at í krepputíðum verða ófaklærdir menn harðari raktir av arbeiðsloysi enn kvinnur. Eisini slík tøl eru partur av teirri risa avbjóðing, sum eitt tíðarhóskandi politiskt arbeiði til?frama fyri øktari javnstøðu eigur at taka í álvara.
Rætta valið?Sambært løgmanni hevur føroyska samfelagið valið millum at bróta upp úr nýggjum ella at standa í stað. Við eini politiskari leiðslu, sum á ongan hátt vísir ans fyri málum, ið viðvíkja javnstøðu millum kyn, er sera ivasamt, um vit megna at gera rætta valið.
Løgmaður vissar í frágreiðing sínari fleiri enn eina ferð um, at hann rættir hondina út til samstarv. Vónandi røkkur hond løgmans báðum kynunum.
11. august 2010.?