Góðu gomlu Natives á Bryggjuni í kvøld

Nú verða teir aftur at hoyra. Ungu vestmannadreingirnir, sum seinast í

60-unum sungu Beatles, Hollies, Wings og Marmelade. Leygarkvøldið spæla

Natives til dans á Bryggjuni í Vestmanna.

 

Natives byrjaðu í 1968 við fýra blaðungum 13-ára gomlum popparum. Nakað

høvdu teir lært av Thunderbirds, men mest mundu teir læra av at lurta

eftir stereoljóðinum hjá eitt nú Beatles, sum kom fram júst um hetta

mundið. Tí gjørdist tað eisini fyri ein stóran part løg hjá Beatles,

Hollies, Marmelade og seinni Paul McCartney og Wings, teir spældu á

sínum ferðum kring alt meginøkið frá 1968 til 1972.

 

Natives hava nakrar ferðir verið á palli seinastu árini, men hvørja ferð

hevur tað verið saman við øðrum orkestrum. Á Bryggjuni leygarkvøldið

eiga teir pallin fyri seg sjálvar. Teir hava vant dúgliga og fara at

spæla einar 20 av gomlu slagarunum. Vit fara at hoyra teir spæla og

syngja Something, Birthday og Come Together hjá Beatles, Reflections of

my Life hjá Marmelade, Yes I Will hjá Hollies og Monkey Man hjá Rolling

Stones. Og annars fleiri Abby Road løg, sum gjørdist eitt eyðkenni hjá

Natives sammanborið við tey beatlesløgini, sum Thunderbirds sungu.

Við Natives leygarkvøldið verða Gunnar Streymoy, Kári Durhuus, Regin í

Gerðinum og Tróndur Streymoy.