Orðið “stevna” hevur fleiri merkingar. Ein er at stevna móti onkrum, seta kós. Henda merking hóskar sera væl til hetta høvið; onnur hóskandi merking er at seta onkrum stevnu, sum merkir at hittast. Hetta er so níggjundu ferð, at kós er sett móti Vestmanna, og at vit hittast á bátastevnuni.
Bátastevnan er ikki ein vanlig summarstevna. Tær eru sera líkar og í stóran mun merktar av ítrótti, kapping, penganýtslu og eisini skundi. Bátastevnan er øðrvísi, tí
hon er miðsavnað um bátar, samveru og hugna – og fólk hava stundir at práta og syngja.
Tað er ongin loyna, at eg og nógv við mær, hvørt ár gleða okkum til bátastevnuna, tí vit vita, at her hitta vit vinir og kenningar í veitslulag, og at nýggj vinaløg verða knýtt á kajuni, á bátabrúnni ella umborð á bátum.
Allar bátastevnurnar higartil hava verið góðar, hóast veðurlíkindini onkuntíð hava verið minni góð. Orsøkin til at bátastevnurnar eydnast væl, er partvíst góð fyrireiking og góðar umstøður, og at eldsálir tíma at skipa fyri. Lat okkum takka teimum fyri teirra stríð og vóna, at teir halda fram og duga at seta gott fólk við.
Martin Joensen byrjar sína kvøðu til heimbygdina við hesum ørindi, sum lýsir løtuna, tá fyrstu vestmenningarnir komu til bygdar:
Komu tey ein kaldan heystardag
av havinum og nomu hendan stað.
Tey funnu trygga havn,
og góvu tær títt navn,
favnur tín var opin Vestmanna.
Árstíðin er skeiv, men eg vænti tó, at bátastevnugestirnir fara at hava somu kensluna tann 15. mai og sum ímyndaði niðursetufólkini: Her er trygg havn, og Vestmanna tekur móti tykkum við opnum favni.
Enn einaferð: Vælkomin til Vestmanna.