Gøtutónleikarar spæla Oasis

Bólkurin hevur avlýst eina konsert í New York men fær gøtutónleikarar at spæla teirra nýggju sangir í staðin. Noel Gallagher er enn skelkaður av tilburðinum í seinastu viku, har hann varð álopin á pallinum á eini konsert í Kanada.

 

Bólkurin hevur tí avlýst fleiri konsertir, millum annað eina konsert í New York, men íbúgvarnir í New York kunnu tó hoyra tónleikin hóast alt.

Oasis hava nevniliga leigað nakrar lokalir gøtutónleikarar at framføra tilfar frá komandi fløguni ?Dig Out Your Soul? ymsastaðni í New York.

Endamálið er at marknaðarføra fløguna, ið kemur út 6. oktober.

 

Konsertirnar verða filmaðar og lagdar inn á www.nycvisit.com/oasis.