Tað byrjaði so væl, men tað er synd at siga, at tað endaði av tí besta.
Við Ternuni í morgun klokkan 07.55 komu tveir gøtusópingar bilar út til Nólsoyar, har uppgávan ljóðaði upp á at reinsa vegirnar.
Nú er tað eitt sindur avmarkað, hvussu langir vegageirarnir eru í Nólsoy, so tá teir báðir gøtusópararnir vóru lidnir við dagsins dont, hildu førararnir, at tað var tíð til eitt sindur av sight seeing.
Og hvat meira náttúrligt enn at fara at hyggja eftir nýggjastu turistattraktiónini í Nólsoy, nevniliga vindmylluni uppi á Brekkum.
Sum sagt so gjørt, men komnir niðan, bóru teir eygað við fyrsta vitan í Føroyum, Flaggstongina, og henni fingu teir eftir øllum at døma ikki hildið seg frá.
Teir koyrdu so inn í bøin, og alt gekk væl, inntil annar gøtusóparin knappliga gjørdist fastur í bleytu moldini. Men førararnir funnu skjótt út av, at tað var bara hjá tí leysa at hála tann fasta upp á trygga grund aftur - men tað endaði við, at báðir stóðu fastir.
So var at fáa fatur á lastbilinum, sum Tórshavnar kommuna hevur í Nólsoy, men gakk. Hesin fekst ikki í gongd, tí eingin streymur var á.
So var einki annað at gera, enn at lána einasta traktorin í oynni, at skrykkja hesar báðar gøtusópararnar leysar, men hóast hann kom fram í øllum góðum, mátti traktorurin melda pass.
So nú standa teir báðir gøtusópararnir uppi við Flaggstongina í nátt og bíða eftir, at ein gravkúgv kemur út til Nólsoyar at fáa teir leysar aftur - og inn til Havnar, har freistingarnar at koyra inn á bøslag eru heldur færri.
Alt meðan nólsoyingar undrast á, at tað eisini ber til at velta við einum gøtusópara.









