Gøtumenn til Letlands

Meðan bæði Skála og B36 munnu vera væl nøgd um sítt lutakast, so gjørdist talan ikki um serliga heppið av slagnum hjá GÍ. Gøtumenn skulu nevnliga til Ventspils í Letlandi, og hvørki ítróttarliga ella fíggjarliga ljóðar tað sum nakar gloypibiti. Ventspils er annars sama liðið, sum fyri tveimum árum síðani spældi móti B68. Ta ferðina vunnu letlendingarnir 8-0 á Svangaskarði og 3-0 á heimavølli.