Gøtumenn hava keypt nótaskip

Nótaskipið Jupiter úr Gøtu skal nú skiftast út við eitt væl størri og heldur nýggjari skip

Edvard Joensen


Teir, sum eiga nótaskipið Jupiter hava fingið innflutningsloyvi til eit størri skip.

Jupiter, sum er bygdur á Skála í 1972, er vorðin ov gamal og ótíðarhóskandi, sigur Atli Hansen reiðari.

Tí hevur verið arbeitt við ymsum møguleikum fyri at fáa eitt annað skip.

Og nú er so komið hartil, at nýtt skip er keypt, og innflutningsloyvi fingið.

Talan er um kombineraða norska trolaran og nótaskipið Herøy Trål, sum fleiri føroyingar helst kenna betri undir gamla navninum Eros.

Skipið er heldur yngri enn Jupiter, Tað er bygt í 1978, men í sera góðum standi, sigur Atli Hansen.

Skipið er stórt. 68 metrar langt og hálvanellivta metur breitt. Tað lastar 1.600 tons og er størri enn Tróndur í Gøtu.

Keypsprísurin er 51 milliónur norskar krónur, sum svarar til umleið 46 milliónur danskar. Fígging er í lagi, og skipið verður yvirtikið tann 22. oktober, sigur reiðarin.

Atli Hansen sigur, at Jupiter lýkur ikki tey krøv, sum neyðug eu í dag.

Til dømis kunnu teir ikki trola við Jupiter, og eru sostatt avskornir frá svartkjaftinum.

Tann møguleikan hevur nýggja skipið og fær sostatt eitt eyka bein at standa á.

Umframt hava seinastu tíðina verið so mikið nógvar ábøtur umborð á Jupiter, at tað er farið at kosta pengar.

Teir royna at selja Jupiter, men enn er eingin avtala gjørd.

Hvussu nýggja skipið fer at eita, er heldur ikki avgjørt.

»Men man tað ikki fara at blíva Jupiter, um vit til ta tíð eru slopnir av við tann gamla,« heldur Atli Hansen.