KÍ-GÍ 1-2 (1-1)
Fótbóltur
Tá Petur Hansen bríkslaði fyri síðstu ferð í Klaksvík sunnudagin vóru gøtumenn uppaftur fegnari, enn teir ofta hava verið eftir sigrar á útivølli. Og tað var væl skiljandi, at teir vóru kátir. GÍ hevur ikki serliga breiðan hóp, og tá tríggir av teimum, sum í kappingini um løgmanssteypið hava verið við til at manna besta liðið, vóru burturi frá, so vóru fyritreytirnar ikki tær bestu. Tað er neyvan langt við síðuna av at staðfesta, at av teimum, sum vóru á vøllinum, mundu einir tríggir havt gott av at spælt á øðrum støði.
At tað hóast vánaligu umstøðurnar eydnaðist GÍ at fara við øllum sigur ikki so lítið um støðuna hjá KÍ. Klaksvíkingar kundu kanska kenna seg eitt sindur snýttar av dómaranum, sum í tveimum førum tók skulu vit kalla tað marginalavgerðir, ið høvdu rættuligan stóran týdning fyri gongdina og harvið úrslitið.
Tað restaði eitt korter av fyrra umfarinum, tá Jan Joensen fekk gula kortið fyri aðru ferð og harvið noyddist av vøllinum. Fyrra kortið fekk hann fyri at halda í Sámali Joensen, og seinna kortið fekk hann fyri eina takling, sum at síggja til ikki var av tí grova slagnum, sum fleiri aðrar, ið ikki vóru sektaðar við gulum kortum.
Og í 2. hálvleiki fekk GÍ eitt brotsspark burtur úr einari støðu, sum ivaleyst hevði verið áhugaverd á seminarium fyri dómarar. Støðan var vandaleys, tá ein gøtumaður royndi at lyfta bóltin út úr KÍ brotsteiginum. Bólturin kom í armin á Tomislav Sivic, sum var staddur dygst innanfyri samankomingina í høgra verjuborði hjá KÍ. Dómarin bríkslaði, og Sámal Joensen var ísakaldur, tá hann sendi Meinhard Joensen í KÍ málinum í annað borðið og bóltin í nettakið í hinum borðinum.
Ásetinginarnar siga, at refleksflytingar skulu sektast, men dómurin er altíð ein metingarspurningur av ítøkiligu støðuni, og tað eru ivaleyst fleiri dómarar, sum ikki høvdu bríkslað í hesum førinum. Men eingin ivi er um, at dómarin kundi verja sína avgerð, og harvið fekk GÍ avgerandi málið, sum seinnapartin av seinna umfarinum hevði við sær, at fyritreytirnar vóru heilt góðar hjá teimum.
Órudduligt
Klaksvíkingar kunnu harvið kanska halda uppá, at teir vóru eitt sindur óhepnir. Men tað fjalir ikki yvir, at KÍ liðið tykist vera langt frá tí styrki, sum so ofta hevur gjørt, at tey, sum hava vitjað í Klaksvík, hava havt alla orsøk at vera stúrin.
Gøtumenn høvdu so at siga ongan mann í álopinum. Sámal Joensen og Helgi L. Petersen, sum var hangandi miðvallari, arbeiddu sum hestar, í miðverjuni vóru teir tryggir, og tað sær út til, at Poul Henning Jacobsen er um at gerast eitt álit.
Hjá KÍ, sum tíðliga noyddist at skifta Símun Waag Høgnesen út, hekk tað illa saman. Hugflogið var ikki gott í álopsspælinum, sendingarnar fram eftir vøllinum vóru ikki neyvar, og klaksvíkingar gjørdu nógv persónlig mistøk. Tað var eyðsýnt, at í hvussu so er tveir av teimum, sum vóru ímillum teir fyrstu ellivu, ikki vóru í venjingarstøðu, sum tað kann roknast við av monnum á høgsta støði í føroyskum fótbólti.
Merkisvert var tað, at teir á heimaliðnum ikki vunnu ein tann einasta av høgu bóltunum, sum teir royndu at senda í brotsteigin. Nýggi jugoslavin kom á vøllin í 2. hálvleiki, men tað varð ikki staðfest, um hann verður serligur styrkur.
Fáir møguleikar
Gøtumenn komu á odda, tá eitt korter var farið. Eina lítla løtu býttu Áslakur R. Petersen og Henning Jarnskor um, so hesin seinni fór í høgra verjuborð. Í einasta álopinum hesa løtuna, varð bólturin sendur diagonalt í høgru, og KÍ verjan gav hornaspark. Bólturin slapp at sigla framvið KÍ málinum og aftur um handara stólpan. Bartal Eliasen stútaði, og við nærra stólpan stýrdi Helgi L. Petersen bóltinum inn um strikuna.
Lítla løtu eftir GÍ leiðslumálið, royndi KÍ at leggja trýst á. Einar tríggjar ferðir komu teir til baklinjuna í vinstru, og tað var um reppið, at teir skoraðu. Ove Nysted var akkurát ov stuttur at stúta, og Hallur Hansen vann tvídystin, tá Hjalgrím Elttør gjørdist hálvleysur og royndi at lyfta upp um málverjan.
Í yvirtíðini í 1. hálvleiki eydnaðist tað hjá KÍ at javna. Eftir uppspæl í vinstru stakk Hjalgrím Elttør bóltin tvørturum, og við handara stólpan var Harley Bertholdsen leysur.
Áðrenn brotssparkið og seinna GÍ málið sjey minuttir eftir steðgin, hevði KÍ ein gyltan møguleika. Eftir GÍ horna og skjótt KÍ uppspæl endaði bólturin hjá spælandi venjaranum, sum av brotssparksblettinum og í góðari støðu sendi í føvningin á GÍ málverjanum.
Annars vóru møguleikarnir fáir og smáir. Tá KÍ frarm ímóti dystarenda flutti fólkið langt fram, hevði GÍ møguleikar fyri snarálopum. Í síðstu løtu endaði eitt sovorðið við, at Sámal Joensen varð spældur púra blankur mitt fyri, men skotið fór skeivu megin stólpan. Men tað løgdu gøtumenn vertin á, tí teir høvdu vunnið øll stigini.
KÍ-GÍ 1-2 (1-1)
0-1: Helgi L. Petersen 16
1-1: Harley Bertholdsen 45
1-2: Sámal Joensen (br.) 56
Dómari: Petur Hansen (LÍF)
KÍ: Meinhard Joensen ? Símun Waag Høgnesen, Jan Andreasen, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Tomislav Sivic, Allan Joensen, Fríðin Ziskason ? Hjalgrím Elttør, Ove Nysted
GÍ: Hallur Hansen ? Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen ? Áslakur R. Petersen, Poul Henning Jacobsen, Sámal Joensen, Zdzislaw Janek, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Kaj Ennigarð