Gøtumenn fult stigatal

Fuglfirðingar smurdu TB av á Tvøroyri, og grannarnir úr Gøtu hava fulla úrtøku eftir trý umfør av bólkaspælinum

Gøtumenn hava gjørt bart trý tey fyrstu umførini í bólkaspælinum í kappingini um Løgmanssteypið. Eftir tríggjar dystir hevur GÍ fult stigatal, og leygardagin var tað B68, sum noyddist at lúta fyri gøtumonnum. Í einum vánaligum dysti í Serpigerði vann GÍ 1-0 á B68, men talan var ongantíð um tað poleraða fótbóltsspælið, tí tað loyvdi veðrið snøgt sagt ikki. Tað var heimaliðið, ið hevði greiða yvirvág í spæli í fyrra hálvleiki, og tað var eisini fult uppiborið, at teir løgdu seg á odda beint fyri steðgin við einum máli, sum Leivur Hansen skeyt.
Eftir steðgin kom B68 betur við í dystin, og tað leikti mangan hart á framman fyri GÍ-málinum. Tí einu ferðina var ein B68 leikari púra einsamallur við málverjanum hjá GÍ, men misnýtti, og liðskiparin hjá toftamonnum, Øssur Hansen, sendi tí einu ferðina eitt hornaspark beinleiðis í tvørstongina. Nærri kom B68 tó ikki, og týðuligt var, at toftamenn saknaðu Súna Fríða í álopinum.

ÍF smurdi TB av
Á Sevmýri vóru fuglfirðingar á vitjan hjá tvøramonnum. Fuglfirðingar vunnu í fyrsta umfari greitt á Toftum, men taptu síðani á heimavølli móti gøtumonnum, meðan TB hevði tapt móti GÍ og spælt javnt móti B68. Leygardagin var munurin á 1. og 2. deild tó rættuliga sjónligur, og fuglfirðingar vunnu ein sannførandi 5-0 á TB. Bartal Eliassen, sum nú eftir fleiri ár sum verjuleikari er farin fram í álopi at leika, var tvær ferðir á blettinum. Hann skoraði bæði til 2-0 og 3-0, eftir at Magni á Lakjuni hevði sett hol á. Tvøramenn gjørdu sjálvmál til 4-0, og móti endanum av dystinum var tað ungi Hanus Eliasen, sum setti punktum og skoraði til 5-0.
Í bólki 2 bendir alt á, at tað verða grannarnir GÍ og ÍF, sum koma víðari í steypakappingini, meðan toftamenn av álvara skulu taka sær um reiggj, um teir ætla at gera sær nakrar vónir um at koma í fjórðingsfinaluna.

GÍ-B68 1-0
1-0 Leivur Hansen

TB-ÍF 0-5
0-1 Magni á Lakjuni
0-2 Bartal Eliassen
0-3 Bartal Eliassen
0-4 Sjálvmál
0-5 Hanus Eliasen