Gøtumenn fáa undirhús og bátafelag

Martin Juul Jarnskor hevur tikið stig til at leggja lunnar undir eitt undirhús og bátafelag í Gøtu. Á fundi í Glyvrahanusarhúsi, sum Martin tók stig til, vóru 20 mans, sum orðaðu eitt skriv til Gøtu kommunu. Kommunan hevur svarað og er positiv um ætlaninar

Felagslív

Í skrivinum til Gøtu kommunu siga teir, at ynski er um at stovna bátafelag og hava eitt undirhús í bygdini, men til tess er neyðugt at hava hølir, har felagið kann halda til og hava sínar aktivitetir. Teir, ið vóru við á fundinum, skrivaðu allir undir brævið, har heitt varð á kommununa um at lata teimum gamla kaihúsið, sum í sínari tíð var fiskakjallari. Kommunan hevur brúkt hetta húsið til arbeiðsskúr hjá teimum, sum arbeiða hjá kommununi. Hesir hava nú fingið nýggj hølir at húsast í. Í skrivinum verður eisini sagt, at gongur kommunan teimum á møti, vilja teir stovna eitt felag í bygdini.

Kommunan positiv

Martin Juul Jarnskor sigur, at kommunan hevur svarað játtandi og vil lata teimum kaihúsið til undirhús.
- Kommunan sigur, at tey nú fara at kanna húsið, og síðan fara partarnir í holt við at gera eina kostnaðarætlan. Vit ætla at gera skjótt av, soleiðis at húsið kann fáast liðugt at taka í nýtslu longu í summar.
Enn er eingin avtala gjørd um, hvør kemur at bera kostnaðin at arbeiðinum at seta húsið í stand, men Martin Juul væntar, at kommunan kemur at keypa meginpartin av tilfarinum.
Hinvegin sigur Martin seg vita um fyritøkur, sum eru sinnaðar at stuðla hesi ætlan. Hann stúrir tí ikki fyri, at ætlanin fer at stranda uppá, at arbeiðsorka og peningur fara at vanta, tá ið farið verður í gongd við arbeiðið, ið gerast skal.
Á fundinum í Glyvrahanusarhúsi var Janus í Bindibókini við sum gestur. Hann greiddi frá, hvussu teir høvdu gjørt í Vestmanna, tá ið teir stovnaðu undirhúsið.
- Í Vestmanna valdu teir onga nevnd til at taka sær av arbeiðinum, men allir, sum við vóru um tiltakið, høvdu ábyrgdina av tí, ið gerast skuldi.
Martin sigur, at soleiðis ætla teir eisini at gera í Gøtu, og tí varð eingin nevnd vald á fundinum í februar. Tískil skrivaðu eisini allir, sum vóru á fundi, undir brævið til Gøtu kommunu.

Fasilitetir

Martin heldur, at gamla kaihúsið er stívliga 70 fermetrar stórt.
- Vit kundu í fyrsta lagi hugsað okkum ein hampiliga stóran sal, lítlan køk, wc, brúsu og eina vaskimaskinu.
Hann sigur, at hansara dreymur er, at eitt skelti verður sett á húsið, so fólk ? og ikki minst ferðafólk ? kunnu síggja, at her kunnu tey sleppa á wc, hvíla seg og annars njóta ein kaffimunn í frið og náðum.
- Tað líkist ongum, at fólk, sum vitja bygdina um summarið, skulu noyðast oman millum neystini at pissa, sum hann tekur til.
Martin Juul sigur, at hann eisini hevur hugsað sær, at húsið verður savningarstaður hjá fólki, sum vitja bygdina í seglbátum um sumrarnar. Hesi skulu kunna steðga inni á gólvinum, njóta ein kaffimunn, hvíla seg, sleppa undir brúsu og fáa vaskað síni klæði.
- Vit halda, at tørvur er á einum slíkum staði í kommununi, og tí vóna vit, at henda ætlan kemur undir land longu í summar.
Í fyrsta lagi verður húsið savningarstaður hjá gøtumonnum, sum vilja hittast til prát og hugna.
Stigtakarin sigur, at gongur alt væl, er ikki óhugsandi, at ein hædd seinni verður bygd omaná gamla kaihúsið.
- Hetta er eitt søguligt hús ? ein fiskakjallari, har nógv virksemi var í sínari tíð.
Ája, sigur Martin Juul og brettir sær á:
- Her er nógv hent, síðan trolararnir, Tróndur í Gøtu og
Jóannes Patursson, løgdu saltfisk upp í Gøtu. Vit smádreingir plagdu at skera blóðið úr uggunum á fiskinum. Lønin var 25 oyru fyri hvørji 100 stykkir, sum hann tekur til.