Fiskivinna
Týsmorgunin vóru eini 12-15 fólk úr Gøtu og aðrastaðni ? við Atla Hansen, reiðara á odda ? royndartúr við nýggja skipinum, sum skal koma í føroyska fiskiskipaflotan fyri Jupiter.
Vit høvdu Atla í telefonini, tá ið teir júst høvdu lagt út úr havnini í Peterhead, haðani skipið verður keypt.
Atli sigur, at gongst sum ætlað, verður skipið yvirtikið mikudagin, soleiðis at teir kunnu loysa í Peterhead mikukvøldið.
- Kemur alt uppá pláss, og veðrið verður til vildar, verða vit á Gøtu við skipinum hóskvøldið.
Sum vanligt er, tá ið nýbygningar ella keypt skip koma í flotan, verður eisini móttøka á bryggjuni í Gøtu, tá ið nýggi Jupiter leggur til bryggju.
Nýggjari skip
Skipið, sum P/F Driftin nú keypir úr Skotlandi, ber navnið, Pathway. Tað er bygt í 1998 og er 1384 brt.
Atli sigur, at skipið, sum er ein kombineraður trol-og nótabátur, sær gott út og vísir seg at vera í góðum standi.
Hann sigur, at gamli Jupiter er til fiskiskap, og hann verður í vinnu, til nýggi báturin er klárur at loysa, helst um eina ella tvær vikur.
- Eg vænti, vit fara at brúka komandi vikuna til at rigga skipið til, sigur hann.
Gamli Jupiter, sum er bygdur í 1978, er best kendur undir navninum, Eros, sum var fyrsta navnið, skipið hevði.
- Vit keyptu skipið úr Noregi í 1999. Nú vit keypa eitt nýggjari skip, er gamli Jupiter á sølulista, og ein ávísur áhugi er fyri at keypa.
Reiðarin vil ikki upplýsa, hvussu nógv Pathway verður keyptur fyri.
Hampiligt ár
Atli Hansen sigur, at árið í ár hevur roynst hampiligt hjá nótabátunum.
- Árið verður ikki so gott, sum árini onkuntíð hava verið. Heldur verður talan um eitt miðalár.
Hann vísir á, at sildin svíkur, tí skipini sleppa ikki at fiska hjá norðmonnum, og somuleiðis sigur hann, at heldur minni hevur verið at fingið av svartkjafti. Aftrat hesum hava prísirnir verið fallandi.
- Men vit skulu ikki klaga, tí gongdin hevur verið sum eitt miðalár.
Atli Hansen hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til hjá P/F Driftini at fáa raksturin av nýggja skipinum at hanga saman.